Røktar- og umsorganarøkini og sjúkrahúsverkið hava í mong ár verið merkt av, at fleiri og fleiri fyrisitingarstarvsfólk verða sett. Ført hevur verið fram, at tað er neyðugt fyri at menna heilsuøkið. Í Danmark hava umsitararnir verið heimsendir undir Corona – og tað hevur gingið uppá stás. Ongin hevur saknað fyrisitararnar, og læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið frið at fokusera uppá kjarnuuppgávurnar.
»Tey 8 árini, eg havi verið sjúkrarøktarfrøðingur, havi eg ongantíð upplivað sjúkrahúsverkið fungera sum ein so væl smurd maskina sum tann síðsta mánaðin«, skrivar Casper Jensen, sjúkrarøtarfrøðingur.
Serliga innan sjúkrahúsverkið eru fyrisitingarstørvini ein trupulleiki. Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark hava leingi rópt varskó, tí tað er ikki gjøgnumskygt, hvat fyri virði øll hesi fyrisitingarstarvsfólkini skapa fyri sjúklingarnar. Talið av fólki í umsitingini hevur verið støðugt vaksandi seinastu mongu árini, og tað fer avstað við einum týðandi parti av játtanini til at reka sjúkrahúsini. Starvsfólkini, ið hava við viðgerð og røkt at gera, t.e. læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, kenna tað sum at tey av tí sama hava minni at gera gott við.
Nú undir Corona er tað nógv, sum bendir á, at David Graeber og Casper Jensen hava rætt.
Tá sjúkrasystrar og læknar hava gjørt vart við tað, at alt ov mong fyrisitingarstarvsfólk verða sett í starv í mun til læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, hava tey fingið at vita, at tað er neyðugt við nógvum fyrisitingarstarvsfólkum í einum hátøkniligum í støðugari menning skal virka. So skuldi ein roknað við, at nú tá størsti parturin av teimum, sum fáast við HR, samskifti, KT og búskap eru send heim, at so skuldi sjúkrahúsið smokkað saman. Men so er als ikki.
Sjúkrahúsini hava ongantíð fungerað betur enn nú, sambært Casper Jensen, og hansara boð uppá orsøk er, at nú fokusera tey fult og heilt uppá kjarnuuppgávurnar. Tey hava m.a. upprættað fleiri intensivpláss, flutt útgerð, umskúlað pensioneraðar sjúkrarøktarfrøðingar til at kunna arbeiða á intensivu deild, avmonterað og monterað respiratorar, innkallað eyka røktarmanning, gjørt heilt nýggjar deildir og so framvegis – heilt uttan at fyrisitingarstarvsfólkini hava verið við.
Tey sum hava tikið lut í hesum arbeiðinum við methøgari ferð at umstilla sjúkrahúsverkið til at kunna taka ímóti Corona-sjúklingum, eisini álvarsliga sjúkum, hava verið sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, tøknistarvsfólk, portørar, reingerðarstarvsfólk og leiðslan sjálv. Bert í heilt avmarkaðan mun hava fyrisitingarstarvsfólk, ið sita heima undir Corona, verið við í hesum arbeiðinum. Hóast hetta fáa fólk at vita, at fyrisitingarstarvsfólkini eru neyðug.
Ein tummilsregla er, at um man ikki megnar at greiða einum 12-ára gomlum frá, við 30 orðum ella færri, hvat starvið hjá sær gongur út uppá, er starvið mest sannlíkt virðis- og meiningsleyst fyri onnur enn ein sjálvan. Hesa tummilsreglu brúkar m.a. professarin David Graeber, og staðfestir, at heili 40% av øllum størvum eru meiningsleys, serliga størv í umsitingini.
Casper Jensen endar við at spyrja: Tá hesi fyrisitingarstarvsfólkini nú sita heima og síggja, hvussu effektivt sjúkrahúsverkið virkar í dag, meðan tey sita heima, og tey verða spurd av teirra 12-ára gomlu børnum, hvat tað í grundini er, tey gera – hvat munnu tey so svara?



