Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrðarberg er seldur til Thor

Jákup Ósá

Hanus Hansen váttar, at Sjúrðarberg er seldur.

Í eina tíð hevur verið greitt, at JFK fór at selja Sjúrðarberg, sum síðstu vikurnar hevur ligið í Klaksvík. Nú er sølan endalig. Sjúrðarberg er seldur til Thor í Hósvík, váttar Hanus Hansen, stjóri í JFK. Partarnir eru samdir um at ikki upplýsa keypsprísin.

 

Fara at umbyggja skipið

Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor og vit hava spurt hann, hvørjar ætlanir eru við skipinum.

– Vit fara at sigla skipið til Spania, har tað skal umbyggjast. Skipið verður selt til útlendskt felag, sum vit eisini eru partur av og fer so at royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika, sigur Hans Andrias Kelduberg við Norðlýsið.