Sjúrðarberg verður handaður nýggju eigarunum í Kirkenes í Noregi
Tað var 23. juli at Hanus Hansen váttaði yvirfyri Norðlýsinum at JFK hevði selt Sjúrðarberg til Ruslands. Hanus upplýsti at við nýggju fiskivinnulóggávuni varð ikki møguligt at hava tvey skip í Barentshavinum.

Í kvøld er hann komin til Kirkenes í Noregi har hann verður handaður nýggju eigarunum.
25 mans vórðu uppsagdir í samband við søluna.




