Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrði fingið banasár?

Norðlýsið

Sjúrður Skaale var so óheppin ídag, at sláa seg í á vitjanini á Kósini í dag. Hann mátti á “skaðastovuna” hjá Kósini, at fáa plástur á sárið.

Tað bleiv nógv skemtað um tað. Onkur helt, at kanska var tað Hanus, sum nú hevur bukað Sjúrð upp á pláss í málinum sum nýggju fiskivinnuskipanina. Fall ein av fiskivinnuskipanarsoldátunum hjá Høgna á Kósini í dag? Hanus var í hvussu so er í hoppla og gav óhepna politikaranum eitt plástur á sárið. Sjúrður sá út til at hava tað fínt aftaná. Nú fáa vit at síggja um Hanus hevur banka hann til “fornuft” ella ikki.

Løtan á Kósini var í sera fryntligum tóna í dag, nógvur látur og stórur blíðskapur. Hanus brúkti eisini høvið at arga Mette Frederiksen eitt sindur við hennara luttøku í donsku sendingini “Hvem vil være millionær”, har hon ikki visti ein bíbliuspurning og ein spurning har spurt var, hvar man lendi, um man sigldi við einum skipi frá New York og í ein beinan eystan. Eg hevði vita báðar, segði Hanus. OK, svaraði Mette Frederiksen, næstu ferð eg skal møta til “Hvem vil være millionær”, so skalt tú vera makkari mín.