Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrður heldur fram

Jákup Ósá

KÍ hevur fingið hjálparvenjaran uppá pláss.

Ki.fo skrivar:

Sáttligi glyvramaðurin er aftur komandi ár partur av venjaratoyminum hjá besta mansliðnum.

Sjúrður Jacobsen var í heili 20 ár ein av eyðsýndu leikarunum á NSÍ-liðnum.

Í 2016 vóru boð eftir honum úr EB-Streymi. Her var hann við til at vinna EB-Streym upp aftur í meistaradeildina, har hann endaði sína yrkisleið sum leikari.

Eftir drúgvu royndirnar sum leikari skifti Sjúrður til venjarayrkið í Skála Ítróttarfelag.  

Síðan í januar 2020 hevur Sjúrður verið hjálparvenjari hjá Mikkjali K. Thomassen og fer nú undir triðja árið. Umframt Champions League og Evropa League hevur hann verið hjálparvenjari í 57 KÍ-dystum.

KÍ fegnast um, at Sjúrður eisini er við í 2022.