Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skal ein løgmaður siga satt?

Norðlýsið

Heldur enn at viðgera politiskar spurningar sakliga og taka atfinningar til sín, verður farið lætt um sannleikan. Seinast í málinum um føroyska sendistovu í Íslandi. Tað er eitt álvarsmál fyri fólkaræðið

Vit síggja tað allastaðni í heiminum. Í tí fjølmiðlaborna fólkaræðinum, er vorðið meira týdningarmikið hjá politikarum, hvussu tú kann fáa mál at tykjast vera, heldur enn tað, tey eru í veruleikanum. Tí verða spunasmiðir settir og mótálop fyrireikað, tá okkurt keðiligt mál kemur upp fyri ráðharrar og flokkar. Hvat er satt ella skeivt, tykist hava lítlan týdning. Og serliga er tað sitandi valdið, ið nýtir størstu orkuna at forða atfinningum og "ringum málum", ið andstøða ella fjølmiðlar reisa.



Seinasta dømið er spurningurin um at hava føroyska sendistovu í Íslandi. Eitt mál sum Poul Michelsen og síðani undirritaði hava sagt okkara hugsan um. Orsøkin er sjálvsagt, at hetta týðir nógv fyri okkum. Báðir eru javnan í sambandi við íslendskar politikarar, og hava í summar eisini samstarvað um ítøkilig uppskot í Útnorðurráðnum, ið skulu fremja hetta mál og ynski um sensistovur í okkara grannalondum. (Fyri rættleikans skyld, skal eg eisini gera vart við, at Poul Michelsen atkvøddi ímóti uttanríkispolitisku heimildarlógini, um nakar hevur skilt tað ørðvísi).







Marknaðarføring og "branding" undir øðrum flaggi?



Tí er sjálvsagt rætt og neyðugt, at vit gera vart við okkara ónøgd, tá løgmaður vil seta sendifólk á donsku sendistovuna, og at vit gera vart við, at uttanríkispolitiska lógin og Fámjinsskjal v.m. ganga ímóti okkara ynskjum. Fyri samleika, marknaðarføring og "branding" hjá Føroyum í altjóða samskifti, halda vit tað vera serstakliga umráðandi, at vit byggja upp egna umboðan og samleikamerkir uttanlands. Ikki minst í Íslandi, har serligar mentanarligar og søguligar orsøkir eru til, at føroyingar undir donskum flaggi. Tað ber so til at viðgera politisku ósemjurnar og ymiski málini – og so kanska finna eina betri loysn. Hetta er jú eitt mál, ið eitt samt ting kundi staðið saman um.



Hvat velur løgmaður so at gera? Ja, hann viðger ikki okkara atfinningar ella teir møguleikar, ið eru at lurta eftir ráðum og ynskjum. Ístaðin velur løgmaður – við sínum "løgmansstatusi" á baki – alment at sáa iva um trúvirði hjá Pouli og undirritaða. Hann skrivar – og verður endurgivin í fjølmiðlunum fyri at siga: at tað er "íspunnið" og "als ikki rætt", ið vit hava ført fram um føroysk sendiumboð, sum skulu húsast í donskum hølum í Reykjavík.



Altso: Vit hava íspunnið málið og givið rangar upplýsingar. Eitt klassiskt mótálop sambært gruggingarnar ABC.







Skjalprógv um ósannindi



Hvat er so satt í hesum máli? Hetta er orðarætt endurgeving úr tí skjali, ið løgmaður sendi fíggjarnevndini í des 2006, og sum løgtingið játtaði honum pengar til við 2. viðgerð av fíggjarlógini (orðarætt endurgivið úr áliti frá fíggjarnevndini, men mín undirstriking):



“Landsstýrið hevur heitt á fíggjarnevndina um at seta pening av til eina sendistovu í Reykjavík við fylgjandi viðmerkingum:



Í sambandi við, at Hoyvíkssáttmálin er komin í gildi, eru vit nú komin til, at tað er av stórum týdningi, at føroysk sendistova verður sett á stovn í Íslandi, sum kann hjálpa føroyska vinnulívinum og føroysku almennu skipanini á staðnum. Tískil hevur Landsstýrið avgjørt at seta eitt sendiumboð við somu tign, sum okkara sendimenn í Brússel og London, í Íslandi. Sendiumboðið verður partur av donsku attachéskipanini og fær innivist á donsku sendistovuni í Reykjavík. Mett verður, at kostnaðurin av at reka føroysku sendistovuna í Íslandi er 2,5 mió. kr. árliga. Byrjað verður nakað inn í árið, og verður tískil roknað við kostnaði í 2007 á 2 mió. kr.”



Hetta er altso tað einasta ítøkiliga í málinum. Tí dugi eg als ikki at skilja, at løgmaður kann sleppa avstað við at siga, at okkara atfinningar eru "íspunnar". Og um løgmaður – sum hann vil vera við – nú hevur tikið avgerð um at leiga hølir í Reykjavík – so átti hann at komið aftur í tingið at fingið nýggja heimild.







Undirskrivtin bindur



Løgmaður sigur eisini í sínum innleggi í bløðunum, at tað verður Merkið og føroyski veðrurin, ið kemur at prýða eini føroysk høli. Nú hevur ongin hildið uppá, at Merkið og veðrurin ikki fara at síggjast, men eg havi víst á, at sambært undirskjalinum til sonevnda "Fámjinsskjalið", so verður tað í hvussu er saman við Dannebrog og donskum skeltum.



Hetta byggi eg á hesa orðarættu endurgeving úr nevnda skjali:



“De udstationerede medarbejdere har som udgangspunkt kontor på den pågældende repræsentation. På anmodning fra Lagmandens Kontor og med værtslandets og Udenrigsministeriets accept kan medarbejdere dog placeres på en anden adresse.” (Undirskjal til Fámjinsskalið, s.2).



“Det forudsættes at lokalerne i enhver henseende fremtræder som en del af Kongeriget Danmarks repræsentation, også med hensyn til skiltning, flagning m.m.” (Fótnota í undirskjali til Fámjinsskjalið, s.2).



Vónandi fara hesar atfinningar at fáa ta avleiðing í minsta lagi, at ein munandi betri loysn verður funnin enn hon, ið lá í kortunum. Eftir stendur, at í øðrum londum hevði tað verið ein gøla, ið fekk avleiðingar beinanvegin, um stjórnarleiðarin alment og á tingi, gevur rangar upplýsingar til tess at seta politiskar atfinnarar í ringt ljós.

Harleyfacadeacryl