Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skapandi evnisdagar byrjaðir

skulatrod.fo

Í gjár byrjaðu skapandi evnisdagarnir, sum verða tríggir í tali. Næmingarnir í 1. til og við 6. flokk arbeiða við fiskum og fuglum, sum tey skulu skapa tvey sansarúm við – eitt við fuglum og eitt við fiskum.

Tey klippa, líma, tekna, mála, lita og alt tað, sum hoyrir til skapandi evnisdagar. Í sansarúmunum er serstakt ljós og ljóð sett upp. Hetta leggur upp til at síggja vakra ymisleikan í havinum og í luftini. Umframt at lærarar hava fyrireikað tilfar, sum er klárt at brúka, ber til hjá næmingunum at fáa annan íblástur bæði úr náttúruni og á netinum. 

Í dag verður hildið fram við at gera lutir til sansarúmini, og mikudagin verður søga og sangløta á skránni. Sjálvsagt verður eisini møguleiki at vitja sansarúmini.

7. og 8. flokkarnir arbeiða við ymiskum skapandi evnum so sum at gera film um mállæru og ymisk spøl til skúlagarðin. 

Meira verður at frætta um alt hetta í dag.