Sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovu Føroya, eru skattainntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu framvegis met stórar og grafurin fyri fyrsta kvartal peikar beint upp í loft og gongdin er tann sama sum undanfarin trí árini.
Fyrsta kvartal 2017 vaks skattainntøkan 5,8 % í mun til 2016, meðan vøksturin í skattainntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu var 4,2 % fyrsta ársfjóðring 2018 í mun til sama tíðarskeið í 2017.
Januar Februar Mars Tilsamans
2016 50,98 mió. kr. 56,44 mió. kr. 56,56 mió. kr. 163,98 mió. kr.
2017 54,23 mió. kr. 58,31 mió. kr. 60,95 mió. kr. 173,49 mió. kr.
2018 56,31 mió. kr. 60,49 mió. kr. 63,89 mió. kr. 180,69 mió. kr.



