Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKELKANDI STØÐA, EINGIN VIRÐING, EINGIN BÆTI.

Lasse Klein

Vit hoyrdu øll 80 ára gomlu konuna Almu Petersen úr Klaksvík í útvarpinum, sum var noydd at arbeiða tí hon fekk ikki pensjónina og samhaldsfasta at røkka til lívsins uppihald, og sum ringdi inn til Framsókn og Fólkaflokkin.

Fólkini sum skuldu svara spurningum hennara, vóru sum runnin í stein. Vóru ikki før fyri at greiða frá hvussu viðurskiftini á pensjónsøkinum eru, og VÍSTU við hesum hvussu lítla virðing politiska skipanin hevur fyri teimum gomlu og teirra korum.

SKELKANDI TØL

Tað eru 7.278 pensjónistar í Føroyum og 2.828 ella 39% hava bert fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av. Hagstovan greiður frá, at í 2013 vóru 21% av fólkapensjónistunum, ella heili 1.550 í fátækraváða. 716 høvdu verði so leingi í fátækraváða, at tey vóru mett sum fátæk. Tíggjundi hvør fólkapensjonistur var beinleiðis fátækur og tíggjundi hvør var ávegis at gerast fátækur. Her hjálpa nakrir fáir 100 krónuseðlar lítið.

STØÐAN Á HESUM ØKINUM ER KATASTROFAL. Politiska skipanin skal gera nakað við hendan spurning, og Nýtt Sjálvstýri tekur hesa avbjóðing á seg, og vil rudda upp og vísa teimum virðing, og geva pensjónistunum mannsømilig kor.

TIT SKULDU SÆÐ SPANNIRNAR

Mánadagin var eg inni á gólvinum hjá einum einligum pensjónisti á bygd, sum ikki hevði aðra pensjón enn fólkapensjónina og samhaldsfasta. Tit skuldu sæð spannirnar á gólvinum sum skuldu lofta regni, vindeygu sum vóru klistraði. Maðurin hevði rætt og slætt ikki ráð til at halda sín egna bústað við líka.

Veruleikin er eisini tann at í 16 ár hevur veitingin til allar pensjónistar verið innanholað av prís- og lønarvøkstri. Tað hevur ikki givið meira pening til teirra, sum lítið annað hava enn fólkapensjónina og samhaldsfasta. Veitingarnar eru somuleiðis minkaðar í virði.

Vit kunnu sum tjóð ikki standa modell til slíkt.

Avbjóðingin í dag er fyrst og fremst at BØTA um korini hjá fólkapensjónistinum sum onga aðra pensjón fáa enn fólkapensjón og samhaldsfasta, áðrenn farið verður yvir til uppgávuna við vaksandi talið av eldri fólkum í framtíðini.

Lasse Klein,

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri