Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skelkur: Stjóri og nevndarformaður í Føroya Tele fara frá

Jóhann Lützen

Tað tykist vera komið sum snarljós av klárum himli, tá starvsfólkini á Føroya Tele í kvøld fingu teldupost frá sínum stjóra, Jan Ziskasen, um, at hann leggur frá sær. Í sama telduposti verður boðað frá, at eisini nevndarformaðurin, Ómar Svavarson, leggur frá sær. Meðan onki verður sagt um orsøkina til uppsøgnina hjá nevndarformanninum, er stjórin meira opin og bersøgin.

Í teldupostinum verður skrivað um menningina av 4G-netinum, og stjórin metir seg hava gjørt eitt gott arbeiði við at menna eitt av heimsins bestu farnetum, sum hann málber seg. Somuleiðis verður komið inn á annað, sum er avrikað seinastu fimm árini, meðan Jan Ziskasen hevur verið stjóri, herundir at fyritøkan er styrkt fíggjarliga, sambandið við umheimin er betrað, og at Føroya Tele er blivið meira aktivt uttanfyri Føroyar eisini.

Í tí meira frameftirrættaða partinum av teldupostinum verður skrivað um ætlanirnar hjá Føroya Tele framyvir viðvíkjandi fipuri, 5G-neti og tøkni. Men so kemur stjórin inn á orsakirnar til, at hann ikki longur ynskir at standa á odda fyri fyritøkuni. Orsakirnar skulu finnast í politikkinum hjá sitandi samgongu, meira ítøkiliga í samgonguskjalinum.

Dimmalætting skrivar, at høvuðsorsøkin til uppsøgnina hjá stjóranum er sundurskiljingin av net-partinum hjá Føroya Tele frá restini av fyritøkuni. Hetta er ein broyting, sum longu varð varslað í samgonguskjalinum, og eftir teldupostinum at døma hevur hon hingið sum eitt slag av skugga ella hóttan yvir fyritøkuni nú í eitt knapt ár. Stjórin sigur, at Føroya Tele er órógvað av hesum ætlanunum, sum nú tykjast vera vorðnar meira ítøkiligar.

Jan Ziskasen heldur áfram við at siga, at Landsstýrið hevur ynskt broytingar í nevndarsamansetingini í Net-felagnum hjá Føroya Tele, og Jan Ziskasen situr ikki longur í nevndini fyri dótturfelagið. Hann sigur í teldupostinum, at hann kortini framvegis hevur ábyrgdina av hesum dótturfelagnum, men broytingarnar í nevndarsamansetingini skeikla bæði hansara ábyrgd og hansara innlit í dótturfelagið. Tilsamans ger alt hetta, at Jan Ziskasen ikki longur sær seg sum tann rætta persónin at standa á odda fyri Føroya Tele í framtíðini, sum hann málber seg.

Komið verður sum nevnt ikki inn á orsøkina til, at nevndarformaðurin, Ómar Svavarsson, eisini sigur seg úr starvi. Ómar Svavarson tók við sum nevndarformaður í 2015, og eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at seta stjóran, Jan Ziskasen. Men hóast tað var á leið sama samgonga, sum setti Ómar Svavarson, sum situr nú, so má helst metast, at hansara grundgevingar fyri at fara frá minna um tær hjá stjóranum. Tað var Johan Dahl, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, setti Ómar Svavarson á sinni.

Vágaportalurin rør framundir, at tað, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, áður hevur verið fíggjarstjóri í Nema, ið er kappingarneyti hjá Føroya Tele, hevur elvt til misnøgd í Føroya Tele. Men um hetta skal hava nakað samband við uppsagnirnar, er óvist. Sami Vágaportalur hevur verið í sambandi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, sum sigur seg vera sera kløkkan av uppsagnunum. Jørgen Niclasen hevur annars verið við til at afturvalt Ómar Svavarsson til nevndarformann fyri ikki langari tíð síðani.

Jan Ziskasen sigur afturat, at hann “verður sitandi [sum stjóri, blðm.], til nærri verður kunnað”.