Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skerd lið til toppdystin sunnudagin

Jákup Ósá

KÍ hevur skaðar og Víkingur skaða og leikbann.

Hjá KÍ vóru tríggir leikarar ikki við í gjár. Teir vóru Odmar Færø, Deni Pavlovic og Jonn Johannessen. Hjá Víkingi manglaði Olaf Bárðarson, meðan Noah Mneney fekk reytt kort og sostatt ikki er við sunnudagin.

Tað er óvist, um nakar av hesum skaddu leikarunum verða tøkir sunnudagin, men mest sannlíkt er, at liðini koma at mangla fleiri leikarar, ið annars høvdu spælt, um teir vóru tøkir.

Toppdysturin í Sarpugerði sunnudagin byrjar kl. 15.00.