KÍ manglaði 5-6 av sínum bestu leikarum vegna Europa League túrin til Malta hjá besta liðnum.
Men hóast hetta, so fekk KÍ ein týðandi javnleik í toppdystinum móti ÍF.
Tað endaði 2-2 í Klaksvík. David Langgaard legði KÍ á odda, áðrenn ÍF javnaði eftir innkast innlegg. Henry Heinesen legði KÍ á odda við brotssparki, meðan Dion Splidt javnaði eftir mistak í KÍ verjuni. Einki mál kom í seinna hálvleiki. Saman við ÍF stríðist B68 um at røkka uppflyting. B68 tapti 3-0 móti Skála í dag.


