Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skiftandi veður alla vikuna

Hanus Kjølbro

Vesturætt í nátt og í morgun, sunnan í morginári, útsynningur í annaðkvøld o.s.fr….

Orsøkin til tað skiftandi veðrið, er, at lágtrýstini koma sera nær við Føroyar.

Tey koma hendavegin – eitt fyri og annað eftir. Einki óvanligt er í tí.

Nú farið er um heystjavndøgur gott og væl, eru lágtrýstini djúpari, enn tey vóru í summar. Vindur er tí meiri og avfallið eisini.

Tá ið tey nærkast vestaneftir og eru nokkso nær við Føroyar, er lágætt – t.e. ættirnar ímillum útsynning og landsynning.

Tey fara fram við okkum norðanfyri, tá er vesturætt – og tá ið tey eru farin eysturum, er høgætt – t.e. ímillum útnyrðing og landnyrðing.

Soleiðis er í hesum døgum.

Meira ítøkiligt, so fer ættin úr vestri upp í útnyrðing í dag. Vindferðin er minkandi – úr 15 til 20 m/s á middegi niður í 3 til 8 m/s seint í kvøld. Allan dagin ælingar. Hitin liggur um 6 til 8 stig.

Í nátt verður stilli eina løtu, til ættin fer niður í sunnan tíðliga í lýsingin í morgin. Á middegi er landsynningur, og vindferðin er vaksin upp í 8 til 12 m/s. Seinnapartin veksur upp í 10 til 15 m/s – onkra løtu upp í 13 til 18 m/s.

Eitt brúgvalag við samregni fer at koma til okkara vestaneftir, og tað rakar Føroyar seinnapartin, um 5 tíðina.

Í annaðkvøld støkkur hann aftur vesturum til útsynning, eftir at regnið er hildið uppat, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Hitin í morgin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Hósnáttina og hósmorgun veksur vindurin aftur upp í 10 til 15 m/s og ælaveður – heglingur kann vera uppií!! – og soleiðis verður helst allur hósdagurin. Hiti fer at liggja ímillum 5 og 8 stig.