Fyri løtu síðan fór Gadus av Klaksvík ávegis í Barentshavið at fiska – stundum eru teir í russiskum sjógvi, sum teir vóru síðsta túr.
Á pollinum hittir Gadus annað skip, Yantarnyy, sum er úr Russlandi og fer á fiskileið undir Føroyum eftir at hava bunkrað í Norðhavnini. Loðsbáturin er við í fylgi.
Skipini heilsast og vita av hvørjum øðrum, biðja hvørjum øðrum “góðan túr” – Fara so lagaliga, stillisliga og friðarliga fylgjandi út eftir Pollinum, og seta síðani hvør sína kós – annað eystureftir og hin norðureftir.
Á brúnni á Gadus stendur John Fuglø sum skiari, eldhugaður og spentur uppá ein nýggjan túr; takkasamur fyri allar bønirnar og góðynskini, hann og manningin hevur fingið við á ferðini, við aldar gomlu heilsanini: “Jesus fylgi tær – Jesus fylgi tykkum”!
Munnu russarnir hava sama sið? Helst okkurt, ið líkist, tí tá ið tú skal langa leið út á hav, kann vera tómligt uttan at hava onkran við í huganum, um ikki annað – Kanska síni kæru har heima.
Kanska vit kunnu biðja teimum góðan túr við okkara gomlu heilsan “Jesus fylgi tær – Jesus fylgi tykkum”?
Teir fara út á hav í somum ørindum sum vit – líka ella longri fjarlagdir frá heimi sínum har eysturi, ið sólin rísir – Sama sólin, sum skínir á okkum.









