Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skipsatstøðarar 2022

Jóhann Lützen

Hátíðarløta var á Sjónámi hósdagin 23.juni tá 10 Skipsatstøðarar fingu prógv. Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.

 

Á floksmyndini:

Ovara rað fv. Ólavur Sámal Samuelsen, Fríðbjartur Lognberg Henriksen, Sunnleif Olsen, Torbjørn Hentze, Pól Jakku Acala Samuelsen.

Niðara rað fv. Áron Poulsen, Jóhann Fløtt, Rannvá Tausen Debes, Karstin Vang Vilhelm, Brandur Bjargarson

 

Virðislønir til skipsaststøðarar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum.

Fyri besta úrslit fekk Torbjørn Hentze ein Mont Blanc fyllupenn keyptur í Nomi smykkur og ur
Fyri gott úrslit fingu Brandur Bjargarson ein Sailor kikara og Rannvá Debes eina Samsung Galaxy tablet.
 

Ídnisvirðisløn (vald av lærarum) latin av Banknordik til Torbjørn Hentze.

Besti kammeratur (valdur av næmingum), virðisløn latin av Norðoya Sparikassa til Torbjørn Hentze.

 

Hans Jóhannes á Brúgv helt røðu umframt Ásbjørg Hjelm og Eyðna Joensen frá Banknordik handaðu premiu.

 

Sámal Ravnsfjall spældi nakrar frálíkar sjómanssangir.