Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skipsatstøðarar prógv á Sjónámi

Jóhann Lützen

Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, hósdagin 25.juni tá 7 Skipsatstøðarar fingu prógv. Hetta er fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðarum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið.

Virðislønir til dimittendarnar við hægstu próvtølum vóru lætnar av Fiskimannafelagnum:

Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard fekk Mont Blanc fyllupenn keyptur hjá Niels L Arge.
Tveir vóru javnir við næst besta úrsliti; Dánjal Lysholm Jensen fekk grindaknív sum Hans Jørgen Nysted hevur gjørt og Tummas Ellingsgaard fekk ein kikara keyptur hjá Jógvan Weihe.

Ídnisvirðisløn (e-bók) var latin av Banknordik til Sigmund Annifinnson Ellingsgaard.

Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna helt røðu og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum handaði virðislønir og segði nøkur orð.

Hanus G Johansen spældi nakrar frálíkar sangir eftir Pól F.