Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjóta harur fríggjadagin

Innsent

Fríggjadagin verður gott haruveður, og tá verður møguligt at sleppa við at skjóta harur í hagapartinum Vatndalur í Haraldssundi á Kunoynni.

Tey í Kongsstovuni í Haraldssundi skipa í vetur fyri harutúrum, og longu í ovurmorgin fríggjadagin 14. november verður sera gott haruveður. Hagin Vatndalur, sum er sera høgligur, liggur frá bygdini í Haraldssundi og umleið 2 km norðureftir.

Dagurin byrjar klokkan 8.30 við morgunmati inni í Kongsstovuni. Um 10-tíðina verður farið í hagan at skjóta í eini 3-4 tímar. Harurnar verða so skrædlaðar, beint sum mann er heimaftur komin. Tá harurnar eru skrædlaðar og klárar at taka heim við, verður døgurði í Kongsstovuni. Matarskráin er røst riv ella seyðarhøvd og okkurt afturvið og omaná (møguleiki er eisini einans at velja morgunmat ella døgurða).

 

Meira kunning fæst við at ringja til Kára á tlf. 226158