Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótibreyt í Klaksvík fingið umhvørvisgóðkenning

Jóhann Lützen

Umhvørvisstovan hevur 28. mars 2022 veitt umhvørvisgóðkenning til skjótibreytina hjá Klaksvíkar kommunu.

Skjótibreytin skal staðsetast á Bumshamri norðan fyri fyrrverandi tyrvingarplássið hjá IRF. Klaksvíkar kommuna eigur lendið og fer at gera breytina. Klaksvíkar Skjótifelag fer at reka breytina. 

Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú rakstur og óljóð.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 17. januar 2022. Umhvørvisstovan sendur møguligar kærur til landsstýrismannin.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.