Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skorheim eigur metini

Jóhann Lützen

Hóast Sjálvstýri gekk aftur á býráðsvalinum týsdagin, so fekk borgarstjórin nógv størst undirtøku á valinum.

Jógvan Skorheim fekk 401 atkvøður, og er hetta næst besta úrslit nakar uppstillaður hevur fingið áður. Meti eigir Jógvan Skorheim sjálvur, tá hann á seinasta vali fekk 729 atkvøður.

Metið undan hesum átti Steinbjørn Jacobsen, ið fekk 391 atkvøður, eftir at hann hevði sitið 4 ár sum borgarstjóri frá 2001-2004. Eftir seinnu setuna hjá Steinbjørn, sum var í tíðarskeiðinum frá 2005-2008, fall úrslitið niður á 170 atkvøður.

Sostatt eigur nú sitandi borgarstjóri tvey met.

Annars eru hesi tey, ið hava fingið flest stemmur:

  • Jógvan Skorheim 729
  • Jógvan Skorheim 401
  • Steinbjørn Jacobsen 391
  • Jógvan við Keldu 339