Onnur viðgerð av fíggjarlógini er byrjað í løgtinginum. Samgongan og Sjálvstýri standa aftanfyri álitið. Ein av fyrstu viðmerkjarunum var Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrinum. Hann spurdi, hví Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin í sínari fíggjarlóg ikki vildu raðfesta 6,8 milliónir til Tekniska Skúla í Klaksvík. Hesar milliónir eru raðfestar í álitinum hjá samgonguni og Sjálvstýrinum. Fylg við orðaskiftinum HER



