Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skótalið Nólsoyar Pálls: Tað nýggjast átakið er “Skóta-abbar”

Jóhann Lützen

Hetta skal vera ein felagsskapur sum kemur saman til hugna: kaffi, kakur og prát, men sum eisini vera skótahúsinum og skótaliðnum at gagni, sigur Árni Skaale við Norðlýsið

 

 

Skóta-ommur

Tá vit byrjaðu skótaárið í august mánaða í fjør, hildu vit tað vera eitt gott hugskot at seta á stovn ein bólk av kvinnum, sum vit valdu at kalla “Skóta-ommur”. Hetta eru kvinnur sum á onkran hátt hava ella hava haft tilknýtið til skótarnar. Summar hava sjálvar veri skótar, summar hava veri leiðarar, onkrar hava havt børn sum hava veri skótar og summar eru ommur at børnum sum nú eru skótar ella úlvungar. Tað er tó eingin treyt fyri at vera við í hesum at ein hevur haft tilknýti áður.

Ommurnar hava so møtst hetta seinasta hálvárið til hugna og eisini hava tær gjørt ymiskt sum er skótaliðnum at gagni. Tær hava td. tikið sær av at selja búnar, turrikløð og merkir umframt at tær av sínum eintingum hava umvælt telt, hugna um og vaska osv. Tað er heilt klárt at tær hava eina sera positiva ávirkan á dagligdagin í skótahúsinum. Snøgt sagt, so hevur hetta gjørt tað nógv hugnaligari at koma í skótahúsið hjá úlvum og skótum.

 

Skóta-abbar

Brynjaðir við royndunum frá ommunum hava vit tí avgjørt at fara undir tiltakið Skóta-abbar. Tankarnir eru nøkulunda teir somu sum hjá ommunum. Hetta skal vera ein felagsskapur sum kemur saman til hugna: kaffi, kakur og prát, men sum eisini vera skótahúsinum og skótaliðnum at gagni.

Hvørji ting hesin bólkurin fer at taka sær av er ikki heilt fastlagt enn, men onkrir aktivitetir eru longu í gongd.

 

SNP-files

Hetta er eitt átak har fokus er á at savna og goyma tilfar sum hevur relatión til skótarnar. Vit hava ogna okkum fleiri brand-trygg skáp til goymslu av skjølum og myndum. Vit hugsa at hetta er partur av tí sum skóta-abbarnir fara at taka sær av. Tankin er at fólk sum eiga okkurt liggjandi kunnu koma í Uppistovu við tilfarinum, tí at tey vita at tað verður varveitt á ein skilagóðan og tryggan hátt. Tankin er eisini at hetta kann vera útgangspunkti fyri góðum práti um gamlar dag og stuttligar upplivingar sum smádrongur. Vit fara at leita fólk upp, men vóna eisini at fólk fara at koma av sínum eintingum við tilfari í Uppistovu.

 

Viðlíkahald

Tað er einki at dylja yvir at Uppistova krevur ábøtur. Hetta er eitt áhaldandi arbeiðið sum krevur at tað eru nøkur fólk, sum viðhvørt vilja brúka tíð uppá hetta. Vit vóna eisini at hesin bólkurin av skóta-abbum kann vera virkin á hesum frontinum. Eitt av teimum tingunum sum stendur frammaliga er at fáa gólvið skift.

 

Møtast 14. hvønn dag

Fyribils er avgjørt at skóta-abbarnir møtast 14. Hvønn dag. Hetta verður mánakvøld kl. 19.30. Næstu ferð verður mánadagin 8. Februar. Allir teir sum hava áhuga í at vera við eru vælkomnir. Næstu ferð er ætlanin at hava vitjan av gomlum skóta-abbum úr Tórshavn.

Kvøldið verður eisini gjørt hugnaligt við skótasangi og einum góðum drekkamunni.