Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skráin til Dansibandsfestivalin 2019 

Tíðindaskriv

Tórsdagin 2. mai 2019 

Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði – hetta er eitt tiltak, sum Dansibandsfestivalurin skipar í samstarvi við Eldraátøkini hjá Vágs kommunu. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi.

Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

 

 Fríggjadagin 3. mai 2019

Kl. 20.00 Konsert við Blátt Gras í Vágs Høll. Og aftaná (uml. kl. 21.00) verður felags sangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. (Tiltakið kostar 100 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin).

Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll. 

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia (NO) og Hans Jacob og vinmenn (FO). (Dansurin kostar 250 kr. – er íroknaður vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin)

Kl. 04.00 Dansurin endar. 

 

 Leygardagin 4. mai 2019

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin. 

Kl. 15.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Anne Mette Greve Klemensen, presti. 

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Grillaðir oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia og (NO) og Sunrise (FO). Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 04.00 Dansurin endar. 

 

 

Harleyfacadeacryl