Aftaná longda leiktíð og brotskastkapping, eydnaðist tað Team Klaksvík at vinna á VÍF. Úrslitið gjørdist 35-34 til Team Klaksvík.
Hetta merkti samstundis, at tað er fyrstuferð í søguni hjá felagnum, at liðið hevur vunnið heiðursmerki í landskappingini til býin.
Aftaná eitt satt skuffilsi móti H71, vistu mennirnir sannan stríðsvilja í høllini í Vestmanna í dag.
Norðlýsið ynskir Team Klaksvík hjartaliga tillukku við bronsuheiðursmerkjunum.




