Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovunæmingur til Landsverk

Landsverk

Droymir tú um eina starvsleið innan skrivstovuøkið, og kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum stórum arbeiðsplássi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir nærløgdum skrivstovunæmingi at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki
Sum skrivstovunæmingur á Landsverki sleppur tú at royna teg við fjølbroyttum uppgávum innan skrivstovuyrkið. Læruplássið er á Stjórnardeildini, og uppgávurnar fevna um umsiting innan millum annað:

  • Journal
  • Fíggjarviðurskifti
  • Tolling
  • Starvsfólkaviðurskifti

Førleikakrøv
Tú hevur miðnámsútbúgving, sum t.d. student, HF ella HH.

Tú ert væl fyri innan KT, og dugir væl at brúka Office pakkan. Tað liggur somuleiðis væl fyri at seta teg inn í ymiskar telduskipanir.

Sum persónur ert tú sera væl skipað/ur, og hevur eyga fyri smálutum. Harumframt ert tú fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.

Setanarviðurskifti
Talan er um lærupláss, har tú fært útbúgving í fyrisiting. Útbúgvingartíðin er vanliga 2 ár fyri næmingar við HH prógvi og 2½ ár fyri næmingar við students- ella HF-prógvi.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Arbeiðsstaðurin er høvuðsskrivstovan i Tórshavn.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. september 2017.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Britt Johannesen, tlf. 290822, ella Ásu Ósá, tlf. 290816.

Harleywoodpaint