Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skúla FM í Varpinum

Norðlýsið / myndir: Dávur Winther

Íverksetarahúsið skipar í dag fyri Skúla FM í Varpinum. Tiltakið hevur nøkur ár á baki, og tað er her komandi íverksetrar vísa seg fram.

Heili 7. bólkar kappast í finaluni um SkúlaFM. Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. 

Næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið, hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í: Start-up, Søla & Framførsla , Leiðsla & Nýskapan.

Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment.

Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, sum í dag hava verið løgd fram.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki. Verkætlanir sum hesar, eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Giljanesi, NámX og Skúlanum við Løgmannabreyt við til finaluna.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, setti finaluna klokkan gott 9.00 í morgun.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm.

Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til Next Level kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr. 

SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.

Harleyfacadeacryl