Ein skúlaflokkur á 14 næmingar frá einum Rudolf Steiner skúla í Silkeborg er í hesum døgum á vitjan í Klaksvík. Í morgun vitjaðu tey í býráðshúsinum, har tey fingu eina kunning um býin og hvat her hendir.
Síðani varð farið niðan í skúlan á Skúlatrøð, men ávegis varð lagt at landi í fiskabúðini hjá Atla Justinussen, har greitt varð frá garnatálg, spiki, turrari grind, túrrum og røstum fiski og hinum fiskavørunum, har vóru.
Eisini stukku tey inn á gólvið í Biskupstøðgarðinum og hoyrdu søguna um Nólsoyar Páll, og hví hetta serstaka húsið nú verður bygt her.
Síðani sóu tey skúlan og vóru kunnað um útbyggingina, sum nú er í gongd. Tey hildu skúlan vara vakran og stóran, eins og tey hildu, at listin her var spennandi og áhugaverd – Kópakonan, bæði sum standmynd og veggjamálningur og eisini “The Seagull har landed” hjá Edward Fuglø, høvdu tey nógvar viðmerkingar til.
Tað var ikki minni áhugavert at hyggja inn í køkin hjá næmingunum, har tað reyk rættiliga av pannikøkum. So har máttu tey inn og fingu eitt skjótt prát við næmingarnar, ið har vóru.
Ein av næmingunum, Hanna, er ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara, Terji Poulsen og Dania Ragnarsson, sum eru frá Klaksvík, búgva niðri. Vit høvdu ikki gingið langt, tá ið ein bilur bráðliga steðgaði á og út kom ein ovurfegin fastir, Dorit Steinberg. Og so fekk Hanna eitt klemm og prátið gekk lystiliga teirra millum.
Eftir hetta stutta prátið teirra millum, vildu donsku skúlafelagarnir hjá Hannu hava at vita, um tær høvdu tosað føroyskt sína millum, tí tey skiltu ikki rælttilæiga, hvat tær tosaðu um. Jú, so var, tær tosaðu føroyskt sína millum!
Flokkurin kom seint í gjárkvøldið frá Billund og fer heim aftur komandi mánadag – Við í ferðini eru tveir lærarar og pápi Hannu, Terji Poulsen.
























