Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skúlin verður vístur fram

sunda.fo

Tað eru mentanardagar í Sunda kommunu í hesum døgum, og í tí sambandi bjóðar kommunan øllum at síggja, hvussu langt byggingin av nýggja skúlanum við Streymin er komin.

Enn eru skúlin og høllin ikki liðug, men tó er skúlin komin so mikið væl áleiðis, at rúmini eru gjørd, og ein kann síggja hvar skúlastovur, kantina, bókasavn og lærarastovur verða. Eisini verður tað gjørt soleiðis, at fólk kunnu hyggja inn í ítróttarhøllina.

Framvísingin er sunnudagin 15. september frá kl.15.00-17.00. Inngongd er har inngongd er í dag, parkering er har uppi við barnagarðin.