Føroyski landsliðsvenjarin ynskir, at avrikini hjá KÍ í summar, har liðið í átta dystum móti meistarunum úr Ungarn, Svøríki, Noreg og Moldova bara tapti tveir (báðum førum við einum máli áðrenn longa leiktíð) skal síggjast aftur á føroyska landsliðnum.
– Vit hava sæð, hvussu væl KÍ hevur gjørt tað úti í Evropa í summar, og tað skulu vit taka við á landsliðið eisini, sigur Håkan Ericson sambært FM1.fo, sum er í Póllandi.
Pólland-Føroyar spæla hóskvøldið kl. 19.45. Helst er møguleiki fyri, at Odmar Færø, René S. Joensen og Jákup B. Andreasen fara at spæla ein leiklut, um teir eru kárir, meðan meira ivasamt er við Jóannes K. Danielsen, sum kom við uppá avboð. KÍ-viðhaldsfólk halda helst ondini um, at fleiri skaðar ikki fara at koma til KÍ-leikararnar, ið hava eina sera harða skrá fyri framman líka fram til kappingarenda síðst í oktober.


