Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skulu lýsa málsøki sum kunnu yvirtakast

Árni Skaale

Hetta er listin við teimun 13 økjunum sum vit enn ikki hava yvirtikið. Tað er einki at ivast í at hetta eru stór og torfør málsøki, og fyri mong kann tað vera trupult at fáa yvirlit yvir týdningin og vavið av lóggávu og fyrisiting av hesum málsøkjum.

– Brotsmálaumsorgan
– Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum
– Flogferðsla
– Fólkatrygging
– Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús
– Ídnaðarhugverksrættur
– Leiðarbræv
– Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum
– Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar
– Sakførarastarvsemi
– Serumsorgan
– Sjórættur, sjóuppmerking og vitaverk
– Útlendingaøki og marknaeftirlit

 

Eftir mínum tykki eigur partur av arbeiðnum hjá føroyskum fólkatinglimi at vera at granska, lýsa, skilja og miðla hesi øki, soleiðis at okkara løgting kann taka støðu til yvirtøku av økjunum, tá løgtingið metir, at tað er rætt.

Eg stilli upp til fólkatingsvalið 31. oktober 2022, og eg vóni at fáa tína stemmu, soleiðis at eg kann arbeiða við hesum málunum.

 

 

Harleywoodpaint