Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skulu norðingar veruliga velja hesi fólk innaftur í løgtingið?

Jákup Mikkelsen

Eftir at hava lisið eina fagnaðargrein í Norðlýsinum fyri tí flokki, sum saman við øðrum hevur staðið fyri fiskivinnunýskipanini, ið skerjir og leggur fótonglar fyri fiskivinnuna í Norðoyggjum, lívsgrundarlagnum fyri henda landspart, má eg stórliga undrast og seta nakrar spurningar.

Hvørji eru hesi landsstýris- og løgtingsfólk, sum hava stýrt landi okkara hesi seinastu fýra árini, og hvat hava tey avrikað fyri lokaløki okkara, Norðoyggjar?

Hvør hevur avtikið lokalu, suverenu leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Hvør hevur til tað síðsta roynt at sett í verk eina kvotaskipan fyri heimaflotan, sum hevði verið ein katastrofa fyri hesa týðandi vinnugrein?

Hvør hevur í fýra ár lovað Norðoyggjum ein nýggjan Húsarhaldsskúla Føroya, men enn ongan skúla bygt, samstundis sum tað gongur strúkandi at byggja og veita eykajáttanir til byggigølur í høvuðsstaðnum?

Hvør hevur ásett við lóg, at Eysturoy og Norðoyggjar onga menningarkvotu kunnu fáa innan fiskivinnuna, sum er okkara livibreyð og lívsgrundarlag og hevur verið tað í áratíggjur?

Hvør hevur latið almenna bústaðafelagið (Bústaðir) bygt umleið 20 íbúðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðsstaðarøkinum og einans 6 íbúðir pr. 1000 íbúgvar í restini av landinum?

Hvør hevur niðurgjørt vinnulívsfólk í Norðoyggjum fyri, at teir royna at menna fiskivinnuna og samstarva við altjóða vinnufyritøkur?

Hvør legði fótonglar fyri ætlaðu útbyggingum av Kósavirkinum?

Hvør hevur flutt etisku mørkini her á landi og trýst broytingar inn um kirkjugátt ímóti vilja kirkjunnar?

Hvør brandskattar vinnuna og tekur næstan eina heila milliard um árið í skatti og gjøldum. Stórur partur av hesum 100 tals milliónum, verða drenaðar úr Norðurøkinum in í landskassan  fyri at økja um landskassaraksturin og almennu lønirnar.

Er nøkur grund hjá norðingum at mála eina hetjumynd av teimum fólkum, sum hava gjørt hetta ímóti Norðoyggjum? Er tað rímiligt at geva hesum ein offurleiklut og siga, at tey fáa órímiligan kritikk?

Eg fái meg ikki til at trúgva, at norðingar lata seg villleiða til at velja hesi fólk aftur inn á ting, so tey kunnu halda fram og fara enn longur við hesum sama politikki.

Nei, her krevst kósbroyting, og tað hevur skund, og har er Fólkaflokkurin fúsur og tilreiðar at taka við stýringini av landi okkara.

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið