Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skúvurin drepur ikki bara

Oliver Joensen

Nógv tjak hevur verið um skúvin á facebook. Fleiri halda at skúvurin drepur nógvan annan fugl. Sjálvur havi eg verið nógv á fjøllunum og við føroysku vøtnini. Eg og teir, ið við mær hava verið hava undrast á ymiskt. Eitt nú vóru vit í Vatnsdali í Oyndarfirði. Har sóu vit rovuni av nógvum fuglum liggja á vegi okkara til og frá Vatnsdalsvatni og vit sóu næstan einki til skúv har.

Í fjør vóru vit ein túr uppi á Svínoynni. Har vóru ótrúliga nógvir skúvar at síggja. Við nærri eftirhugsan, so eru vit komnir til, at vit sóu lítið og einki til rov av øðrum fuglum har.

Myndirnar eg tók á einum túri sunnanfyri vísa kanska at havhestur ikki er nakað, skúvurin vanliga er eftir. Men sjálvandi hann kappast um føðina eins og havhesturin eisini ger.

Um skúvurin tømir reiður hjá øðrum fuglum fyri reiður og ungar veit eg einki um. Men sjálvandi skúvurin er stórur fuglur og krevur nógvan mat, so tað skal meira til enn tað, eg blaki til fuglarnar tá eg eri á floti, tað er eyðsæð. Men flottur er skúvurin, tað tekst ikki burtur.