Petur M. Niclasen, stjóri í Skyn greiddi á netverksfundinum í dag frá, at teirra tøl vísa at áhugin fyri íbúðum í Klaksvík hevur ongantíð verið so stórur.
Stóru útbyggingarnar í Klaksvík hava gjørt, at størri eftirspurningur er eftir bústaði í Klaksvík, segði stjórin í Skyn millum annað. Harafturat legði hann afturat, at tað er nógv sum tíðir upp á, at eftirspurningurin eftir íbúðum og raðhúsum er rættiliga stórur, tí tað er nærum ógjørligt at keypa nakra íbúð í Klaksvík í løtuni.
Prísurin fyri sethús og íbúðir í Klaksvík er eisini vaksin nógv, og tí dag er til dømis eingin munur á kostnaðarstøðinum av einari íbúð í Klaksvík í mun til í Havn.
Petur vísti eisini á, at sethúsaprísurin hongur neyvt saman við rentustøðinum, og tí kann tað fáa jaliga ávirkan, um rentan lækkar.




