Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sleipibáturin Ronja á Klaksvík eftir Capella

Oliver Joensen

Capella er gamli Sildberin, ið er bygdur í 1979 á Tvøroyri úr stáli. Nú Capella er seld av landinum átti Mekanor í Klaksvík ferjuna, ið bygd var til at sigla ímillum Sand og Skúvoy.

Sleipibáturin Ronja er komin á Klaksvík eftir Capellu. Skipari á Ronju er Charlotte Mærsk-Møller, ið er abbadóttir kenda reiðaran við sama eftirnavni. Hon eigur sjálv Ronju. Seinast hon var her við slepara sínum, var tá hon kom higar við Kleivini, stóra fóðurflakanum hjá Bakkafrost.

Eftir ætlan skuldi Ronja sigla við Capellu um 10 tíðina í morgun, men veðrið, bæði skipini hava bíða eftir, kom ikki fyrr enn seinni í dag. Nú siga veðurmenninir frá betri veðri, so helst verður loyst í kvøld.