Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkk video kanónina

John William Joensen

Í morgun kom eitt tíðindaskriv úr Tinganesi við mynd av Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Løgmanni og Landsstýrismanninum í uttanlendismálum. Myndin er eitt sindur óheppin, og nærliggjandi er hjá lesarum at halda at landsstýrisfólkini eru avmyndaði eftir eina rættiliga váta grýluveitslu.

Vit hava sett høvdini hjá landsstýrisfólkunum nærri saman og tað sær út sum um onkur hevur skrivað við ”lebastift” á andlitini.

Hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi tí tá framløgur eru á tíðindafundum verða sokallaðar videokanónir nýttar at lýsa boðskapin uppá veggin. Men tá so landsstýrisfólkini stilla seg frammanfyri kanónirnar til myndatøku er úrslitið ikki optimalt.

Tað gav at bíta tá fyrrverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum var á fundi við allar býráðslimir í Suðuroynni við nógv umrødda kommunureforminum.

Tá landsstýrismaðurin var liðugur at leggja fram við boðskapum lýstar á veggin, stillaði landsstýrismaðurin seg so frammanfyri kanónina at svara spurningum.

Tá læt úr einum av býráðslimunum úr Suðuroynni:

Tú Káré – Tað stendur ”no signale” á pannune!!!!

Videokanónin var farin í dvala og tað blinkaði ”no signal” á pannuni hjá landsstýrismanninum.

Harleyfacadeacryl