Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkkiliðsleiðarin: – Ein ótrúlig væta

Jóhann Lützen

Alt í alt er tíbetur ongin størri skaði, hóast tað var talan um eina ótrúliga vætu, sigur Finn Hansen sløkkiliðsleiðari við Norðlýsið

 

Mesti parturin av kavanum er skolaður vekk seinasta døgnið. Hetta hevur viðført nógva vætu. Vit hava spurt Finn Hansen sløkkiliðsleiðara um nakað hevur verið av skaðum.

Onkrar áir eru farnar uppum, tí inntøkini hava verið tipt og vit hava verið í onkrum kjallarum har vatnið ikki hevur sett frá, men tíbetur er ongin størri skaði, sigur Finn Hansen við Norðlýsið.