Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slovan Bratislava roynir avgerðina hjá CAS

Jákup Ósá

Slovan Bratislava hevur kært avgerðina hjá UEFA til CAS.

CAS er altjóða ítróttardómstólur, sum m.a. Manchester City hevur brúkt fyrr í ár, tá liðið annars av UEFA var dømt at fáa ymiskar revsingar í sambandi við at hava brotið FFP reglarnar.

Ivan Komtrík Jr., stjóri í Slovan Bratislava, sigur, at felagið hevur kært avgerðina hjá UEFA. Felagið sigur seg hava góðar grundgevingar og prógv fyri, at føroyskir myndugleikar gjørdu mistøk. Eisini verður víst á, at KÍ ikki gjørdi alt rætt í sambandi við UEFA-protokollina. 

 

KÍ-hópurin er í dag á veg til Bern í Sveis og spælir eftir ætlan í annaðkvøld kl. 19.15 føroyska tíð móti Young Boys.