Meistararnir í Slovakia raðfesta Champions League dystin í Klaksvík omanfyri heimligu kappingina í løtuni.
Slovan Bratislava byrjaði landskappingina sera væl við tveimum 5-0 sigrum. Men í dag tapti liðið 2-1 móti Z. Moravce. Men við at hyggja eftir uppstillingini, so hevði venjarin hjá Slovan Bratislava skift 9 av leikarunum út frá síðsta dysti og 10 av teimum frá fyrsta umfarinum. Bara málverjin spældi í dag av teimum, sum so kunnu væntast at byrja inni í Klaksvík. Sostatt blivu helst allir 10 útileikararnir spardir til Champions League uppgávuna í Klaksvík.
Hetta vísir týdningin av dystinum og sigur helst eisini nakað um, at Slovan Bratislava ikki undirmetir dystin í Føroyar, har slovakar eru stórfavorittar.




