Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smátturnar í Vágstúni

Tíðindaskriv

Leygardagin 10. des. verður aftur virksemi í Vágstúni.

Hugnaligu smátturnar hjá Klaksvíkar Kommunu, sum standa kring jólatræðið í Vágstúni, koma at standa allan jólamánaðin.
Leygardagin 10. des., leygardagin 17. des. og Tollaksmessudag 23. des. verða smátturnar latnar upp fyri sølu.


Tunnilsdagin, 10. des. verða tað Margreth Josephsen, Myrna Lind Jacobsen og Anna Kristina Samson, Dagtilhaldið í Klaksvík og Mikkjalssmiðja á Trøllanesi, sum vera í smáttunum.

Margret selur bundnar pútur, Myrna selur glaslist og Anna Kristina hevur ymiska konfekt og brendar mandlur, Dagtilhaldið selur kakao og bundnar hosur, súltutoy og aðar heimavirkaðar vørur, og Mikkjalssmiðja á Trøllanesi selur ymiskt jarnsmíð, so sum ljósastakar, upptrekkjarar o.a.

Leygardagin 10. des. kemur Heðin Askham at syngja kl. 16.00.