Í Føroyum búgva í dag 54.273 fólk sambært Hagstovuni. Uttanlands eru óteljandi kommunur við eini einstakari fyrisiting, ið hava fleiri íbúgvar enn tað. Og tað riggar. Tað tykist tí sum eitt “overkill”, at so mong smærri fyrisitingar-ríki eru í teimum frammanundan lítlu Føroyum.
(grein úr blaðnum)
Tema: Norðlýsið hjálpir landsstýrinum at rationalisera – hesaferð hyggja vit at undirvísingarøkinum
Havandi í huga hvussu fáir klientarnir at umsita eru, slepst ikki undan at seta spurningar sum: Er neyðugt við so mongum ymiskum fyrisitingarligum eindum undir Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum? Kann fyrisitingin í sjálvum ráðnum ikki heldur taka sær beinleiðis av tí? Undir Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum hava vit Undirvísingarstýrið og Nám við hvør sínum stjóra, og hesi undir-kongaríkini eru aftur býtt sundur í stovnar so sum Studna, Ráðgevandi Deildina, Vegleiðingarstovuna og Próvstovuna, harav allir uttan ein aftur hava ein deildarleiðara.
Sambært starvsfólkayvirlitunum hevur Studni 7 starvsfólk, harav eitt er leiðari. Próvstovan hevur somuleiðis 7 starvsfólk, harav eitt er leiðari. Vegleiðingarstovan hevur 3 starvsfólk. Ráðgevandi Deildin er lutfalsliga nýggj og hevur at síggja til enn onga heimasíðu við starvsfólkayvirliti enn, men stendur í øllum førum til at hava ein deildarleiðara. Sostatt eru 4 almennir stovnar við færri enn 20 starvsfólkum tilsamans, ið hava 3 deildarleiðarar. Er tað veruliga neyðugt?
Verður hugt at nøvnunum á starvsfólkayvirlitunum, so ganga fleiri aftur, soleiðis at skilja, at onkur er bæði starvsfólk í Undirvísingarstýrinum og á Studna ella á Vegleiðingarstovuni. Til dømis er stjórin á Námi eisini stjóri á Próvstovuni, meðan varastjórin í Undirvísingarstýrinum er leiðari á Studna og so framvegis. Undirvísingarstýrið og Nám hava sama húsavørð. Fólkini á øllum hesum ymisku stovnunum umgangast sostatt ikki bert hvønn annan dagliga, tey eru á fleiri stovnum í senn.
Vit noyðast at spyrja: Er tað á nakran hátt rationelt at býta tey frammanundan fáu starvsfólkini á Hoyvíksvegi 72 sundur í uppaftur smærri fyrisitingarligar eindir við at kalla hvør sínum deildarleiðara? (Vegleiðingarstovan hevur tó ikki egnan leiðara, skal sigast). Hví skulu vit fáu tandur hava so nógvar “stovnar í stovninum” og so nógv løg av leiðslu til so fá starvsfólk?
Landsins leiðsla eigur at hugsa um, hvørjum hetta tænir. At hava nógv leiðsluløg dýrkar sjálvsagt um umsitingina, men tað kann verjast í førum, um tað gagnar borgaranum. Spurningurin er bara, um tað gagnar borgaranum at hava fyrisitingarligar villiniborgir við funktiónum upp á kross og tvørs. Hví skulu vit til dømis hava eina heila deild undir Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, ið fæst við at gjalda út pening, tá tað er upplagt at geva Gjaldstovuni uppgávurnar hjá Studna?
Hevði tað ikki verið nógv ruddiligari – og ikki minst bíligari – at samskipað hesi fyrisitingarligu kongaríkini í ein stovn við einum og sama stjóra og uttan undiruppbýti í deildir?



