Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

So er badmintonhøllin klár til stevnuna – Vitin syngur kl. 15 og Kvartettin kl. 18

Betesda

Klokkan 15 leygardagin byrja samfelagsmøtini í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Sangbólkurin Vitin syngur á fyrsta møtinum, og síðan verður seinna møtið klokkan 18, har Kvartettin í Betesda luttekur við sangi.

Sum vanligt er, verða fleiri ymiskir talarar á samfelagsmøtunum í Klaksvík á hvítusunnu, umboðandi ymsar partar av landinum.

Eisini verður høvi at hava børnini við, tí KÍ-høllin er sett av til barnaansing, og leygardagin er skipað barnaansing í sambandi við møtið klokkan 18.

Leyarkvøldið tekur ungdómurin yvir, har ungdómsmøti verða klokkan 20:30 og Opið hús kl. 22. Alt tiltøk, sum savna nógvan ungdóm.

So ger tær ein túr til Klaksvíkar í Badmintonhøllina – vit gleða okkum – hjartaliga vælkomin 🙂

Starabúrið stroymir frá møtunum – slóðir til at hyggja og lurta eru á www.betesda.fo.

SJEY sendir somuleiðis beinleiðis – í dag frá hesum tiltøkum:
Leygardagin kl. 15:00 Uppbyggingarmøti í Badmintonhøllini
Leygardagin kl. 18:00 Evangeliskt møti í Badmintonhøllini
Leygardagin kl. 20:30 Ungdómsmøti í Badmintonhøllini
Leygardagin kl. 22:00 Opið hús í Badmintonhøllini

Harleyfacadeacryl