Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

So er eisini ternan komin

Oliver Joensen

Ternan sigst vera seinasti fuglurin sum kemur, og fyrsti at fara avstað aftur. Her nakrar myndir frá Eiðisvatni í dag og frá vatninum niðri á Møl á Eiði. – Ein sera vakur dagur, har eg havi tikið myndir við tveimum ymiskum fototólum Tær fyrstu við Sony og tær seinnu við Canon. Hugaligt at síggja at fuglurin er við at fjølgast hóast tað er skuffandi at síggja so fá tjøltur. – Eitt síl fekst niðri á Møl og einki uppi á vatninum.