Vit hava fingið myndina omanfyri frá 10 ára gomlu Omi Joensen, sum sigur, at nú er klárt at fara undir at mála eggini.
Um tað at mála eggini páskum, verður sagt onkustaðni, at hugskotið kemur frá tíðini tá fastað var upp til páskini. Tá var ikki loyvt at eta egg so tá føstan var liðug, helt man páskini við millum øðrum at eta nógv egg, ið vóru málað í alskyns litum.
So góðan arbeiðshug til børnini.




