Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

So er vikuskiskifti, eisini hjá útróðrinum.

Oliver Joensen

Tað hevur gingið væl hjá útróðrarbátunum. Norðsøki  hevði 11.700 pund í gjár og knapt 13.000 pund í dag. Hjá teimum er talan um blóðgaðan ókruvdan fisk. Teir komu aftur á Klaksvík fyri løtu síðani. Líðhamar hevði 10.000 pund í gjár, og í dag hevði Líðhamar 12.000 pund á 45 stampum, umleið 4000 pund av hýsu.

Veðrið var vánaligt í nátt, so Brandur, sum veiðir út frá Hvannasundi valdi ikki at fara til útróðrar í gjárkvøldið. Janus Sørensen, skipari segði, at teir høvdu onga vík at fara inn á har. Í gjár hevði Brandur 11.000 pund knøpp helvtin toskur og segði Janus Sørensen, at stórur partur av toskinum var orduliga væl fyri.