Í hesum døgum ger Visit Faroe Islands eitt stórt og gott átak, har eisini verður heitt á okkum øll onnur um at vera við til at ”branda” Føroyar, sum tað eitur.
Í hesum døgum ger Visit Faroe Islands eitt stórt og gott átak, har eisini verður heitt á okkum øll onnur um at vera við til at ”branda” Føroyar, sum tað eitur.
Men vit hava fyrr her á hesum teigi sóknast eftir, at politikarar seta eina ætlan fyri ferðavinnupolitikkin í Føroyum.
Ferðavinnan er í stórum vøkstri her á landi, tað hava vit ikki minst sæð í Klaksvík, nú fleiri 10.000 ferðafólk hava vitjað her bara við fremmandu ferðamannaskipunum, sum 12 í tali hava verið í Norðhavnini í ár og ætlandi vera tey helst fleiri í komandi ári.
Men hesi ferðafólkini fylla ikki so nógv, hóast tey eru mong, tí tey steðga bert fáar tímar í landinum. Tað ber tí sera væl til at taka ímóti teimum og at veita teimum tær tænastur , ið tey hava fyri neyðini.
Tað Ferðaráðið helst hevur í hyggju við sínum átaki, tað er at fáa fólk at steðga longri her á landi. At tey skulu brúka okkara ferðamannaskip og okkara flogfør at koma higar og so sjálvandi helst gista og búleikast her nakrar dagar.
Men hvar er ferðavinnupolitikkurin, hvat stevna vit í ferðavinnuhøpi fram ímóti, hvar skulu ferðafólkini sleppa at reika og hvussu fáa vit pening burturúr, annað enn ferðaseðlar og gisting?
Seinnu árini eru føroyingar sjálvir alt meira og meira farnir at ferðast í egnum landi. At ganga í náttúruni, í haganum, upp á fjallatoppar, at vitja føroysku vøtnini, at klintrast í fjøllunum, eru vorðnar ítróttir, ið føroyingar alt meira og meira gera nýtslu av sjálvir.
Um so er, at vit fara at fáa ferðafólk higar í tali, sum líkist tí, sum ferðamannaskipini koma við á hvørjum ári, so er skjótt til, at vit standa við einum trupulleika, tí tá kann okkara vakra náttúra verður ov nógv traðkað undir fóti.
Tey, sum hava gingið fjøllini, bygdagøturnar og aðrastaðni í føroysku náttúruni vita, at víddirnar eru ikki óavmarkaðar hóast stórar. Skulu føroysku vøtnini liggja opin fyri fremmandum gestum at brúka ókeypis. Skulu føroysku bygdirnar , sum vit hava hoyrt gjáarfólk tosa um, bara vera til nýtslu og slit hjá miðstaðarferðavinnu?
Í Gjógv vóru tey so sperd av ferðavinnuni, at tosað var um at seta bumm fyri, so bygdafólkið betur kundi seta skránna í egnum búplássi. Tað er helst ikki ein gongd leið, men tað vitnar hinvegin um at vit hava ein trupulleika av ferðavinnupolitikkinum, tí Gjógv er als ikki einasta bygdin í Føroyum, sum ikki er nøgd við støðuna.




