Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So hevur Akraberg loyst

Danial Viðoy

Eitt hitt nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Akraberg, er nú klárt at fara til fiskiskap. Akraberg skal nú í summar fiska makrel, men fer seinni í Barentshavið at fiska tosk. Menn eru spentir og ágrýtnir nú tað verður loyst fyri fyrstuferð.

Akraberg er komin í flotan fyri Vesturvón. Tað er Anfinn Olsen og p/f Framherji, sum hevur staðið á odda fyri hesi umbýting. Anfinn Olsen, sum sjálvsagt eisini er reiðarin, er spentur upp á hetta nýggja ævintýrið.

Eftir møti við m.a. sjómanstrúboðaranum Torleif Johannesen, hevði Anfinn nøkur orð at bera manningini.

Hann orðaði seg nøkulunda soleiðis:

– Hetta er eitt nýtt skip hjá okkum, sum hevur verið í gjøgnum nógvar broytingar, ikki bara síðani at vit hava fingið skipið. Tað er nógv arbeiðið lagt í, at fáa so nógv í rættlag sum gjørligt áðrenn fiskiskap. Men enn er alt ikki roynt í praksis.

– Tað fara at verða onkrir byrjanartrupulleikar, sum tað eru við øllum skipum. Vit eru í eini byrjanarfasu og tað mugu tit bara góðtaka. Vísa skipinum og tess greiðum tol. Einki nýtt skip riggar til fulnar beinanvegin.

– Vit eiga eina góða manning, so hetta fer heilt víst at ganga.

Norðlýsið ynskir Akraberg og manning blíðan byr framyvir.

Harleywoodpaint