KÍ venjarin hevur nú fingið sín dóm.
KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen bleiv burturvístur á Skála seinasta leikumfar. Nú er dómurin komin og hann sigur, at Mikkjal ikki fær stýrt KÍ á síðulinjuni komandi dyst, sum er á heimavølli móti EB/Streymi. Men á flaggdegnum 25. apríl kann hann aftur stýra KÍ liðnum frá síðulinjuni, tá KÍ vitjar TB/FCS/Royn í steypakappingini.




