Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sofía: Vinnaraviljin á degnum verður avgerandi

Jákup Ósá – Mynd: Oliver Joensen

Mjølnir og Dráttur hjá kvinnum spæla leygardagin hálvfinalu í steypakappingini í KÍ høllini í Klaksvík.

Hyggja vit eftir landskappingini, so liggur Mjølnir á 2. plássi við 14 stigum, meðan Dráttur hevur leik ein dyst færri og hevur 10 stig á 4. plássi.

 

 

Ein broyting

Sofía Purkhús Splidt er venjari hjá Mjølnir. Fyrr í kappingarárinum var hon leikandi venjari, men nú er hon við barn, og tí stýrir hon liðnum frá bonkinum, sum hon hevur gjørt seinastu dystirnar. Sofía heldur, at Mjølnir er væl fyri til dystin.

– Hópurin eigur at vera í góðum formi eftir harða venjing, eina Mjølnir kapping og tríggjar dystir inntil víðari í 2018. Úrslitini hava tó ikki verið so góð, sum vit kundu hugsað okkum, men tískil meti eg okkum vera eyka klárar til at vísa okkara besta spæl til hálvfinaluna leygardagin. Vit eru nærum fullmannaðar, tó er Katrina Akursmørk uttanlands í samband við brúðarferð. Urd T. Traðará er harafturímóti flutt heim úr Danmark, og vit royna at fáa hana spælda inn á liðið hesa vikuna, sigur Sofía Purkhús Splidt við Norðlýsið.

 

 

 

Ætla at bjóða sterka Dráttur liðnum av

– Eg vænti heilt vist ein tættan, spennandi og helst undirhaldandi dyst, ið kann fara báðar vegir. Dráttur hava havt eina sera góða byrjan uppá 2018, har tær bæði hava fingið styrk og fleiri leikarar hava ment teirra spæl nógv síðani fyrru hálvu av kappingarárinum. Tað liðið, ið vísir størri vinnaravilja á degnum, er helst tað, ið fer avstað við sigrinum. Eg vil tí heita á allar Mjølnir-stuðlar, um at møta fjølment í høllini leygardagin og stuðla og rópa okkum til ein sigur, sigur Sofía Purkhús Splidt.

 

 

Mjølnir og Dráttur hava spælt hesar dystirnar í landskappingini:

31.10.17: Mjølnir-Dráttur 3-0

15.01.18: Dráttur-Mjølnir 3-0

 

 

Hálvfinalan millum Drátt og Mjølnir verður í KÍ høllini leygardagin kl. 15.00.