Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søgan um sjómanskvinnuringarnar

Dávur Winther

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer í orðum og myndum, at greiða nærri frá “Søguni um sjómanskvinnuringarnar”.

Á Torradøgum í dag, mikudagin kl. 20 fer Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at greiða um tilgongdina til drúgvu á oghugaverdu bók sína “Søgan um sjómanskvinnuringarnar”.

Torleif skrivar m.a. soleiðis:

Fyrst í 20. øld var kristilig veking um landið. Umframt kirkjugongd byrjaðu fólk at savnast til bíbliutímar, møti, bønarmøtir, sunnudagsskúla, kvinnumøtir og annað í skúlum, losjum, í heimum og aðrastaðni. Ein ávøkstur av vekingini var, at mong missións- og meinigheitshús  og samkomuhús vórðu bygd um landið, sum skuldu hýsa kristiliga arbeiðinum.
Tá skrivast skal um tað kristiliga arbeiðið, sum kvinnurnar hava gjørt fyri føroyska sjómansmissión, er tað í fleiri bygdum trupult at finna fram til, um tað fyrst vóru kvinnumøtir, bindimøtir, ella tað byrjaði sum SKA (Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði). Í fleiri bygdum kom SKA inn sum ein grein av kvinnumøtum ella bindimøtum.

SKA og sjómanskvinnuringar
SKA er stytting av tí upprunaliga heitinum “Sjómansmissjónins kvinnuligu arbeiðara í Føroyum”, sum varð stovnað á eini kvinnulegu í Fuglafirði 3. – 5. august 1928. SKA-navnið varð eisini útlagt sum “Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði” ella Sjómanskvinnuarbeiðið” ella “Sømandens kvindelige arbejde”. Kvinnurnar skuldu stuðla arbeiðinum fíggjarliga og við forbøn. Sofie Højgaard í Rituvík var ein av undangongukvinnunum fyri SKA og gjørdist forkvinna. Seinni giftist hon til Miðvágs og fekk eftirnavnið Ellefsen.
Sostatt byrjaði SKA í 1928 (sum eitt felags arbeiði) fyri allar Føroyar, har allar kvinnur kundu gerast limir. Limirnir fingu limakort við nummari.
Verulig gongd kom ongantíð á SKA, millum annað tí frástøðan millum kvinnurnar var stór og samskiftið trupult. Frægasta árið komu umleið 500 krónur inn til Sjómansmissiónina. Mitt í 1930-unum kom stígur í SKA.

Staðbundin SKA
Samfelagsráðið varð stovnað í 1921 og var leiðslan hjá Kirkjuligu heimamissiónini (Indre Missión) í Føroyum. Ráðið gjørdi tí av í tríatiárunum at farast skuldi undir at seta SKA á stovn um landið. Trúboðararnir, serliga Alfred Petersen, gingu á odda í hesum arbeiði.

SKA í fleiri bygdum og býum
Sambært Trúboðanum, gerðabókum, skjølum og kassabók yvir SKA arbeiðið, var SKA í fleiri bygdum um landið í 1930-unum og 1940-unum, sum stuðlaðu Sjómansmissiónini fíggjarliga. Hóast lítið lív tyktist vera í fleiri SKA síðst í 1940-unum, hildu nøkur fram. Nevnast kunnu tey í Emmaus í Klaksvík, Miðvági, Gøtu, á Eiði, Hellunum og á Toftum.

Nógvir sjómanskvinnuringar stovnaðir
Fyrst í 1950-unum fór Petur Johannesen, fyristøðumaður á Tórshavnar sjómansheimi, róptur Piddi á Sjómansheiminum, um landið og royndi at fáa nýtt lív í steðgaðu SKA og at stovna sjómanskvinnuringar. Tað gekk væl, og hann varð væl hjálptur av trúboðarunum hjá Kirkjuligu heimamissiónini.
Heitið “sjómanskvinnuringur” gjørdist navnið hjá kvinnunum, sum savnaðust at biðja fyri sjófólkinum og binda pløgg til útsølu, basarar, fyri Sjómansmissiónina. Tær stuðlaðu eisini fíggjarliga, og frá 1948 byrjaðu tær at gera jólapakkar til sjófólkið.
Í 1960 varð Jóhan Olsen settur í starv sum sjómanstrúboðari. Hann var ein eldsál og var við til at styrkja ringarnar og at stovna nýggjar um landið – eisini teir í Reykjavík og í Hirtshals.
Síðani 1993 hevur Torleif Johannesen verið sjómanstrúboðari.

Ringurin í Havn í serstøðu
Sjómansheimið og sjómanskvinnuringurin í Havn vóru í eini lykla- og leiðarastøðu sammett við sjómanskvinnuringarnar um landið. Boð vórðu send út frá leiðaranum á Sjómansheiminum og sjómanskvinnuringinum til ringarnar um landið, tá ið talan var um fíggjarligan stuðul, pløgg til árligar burturlutingar, jólapakkar, landsstevnuna og annað viðkomandi.
Skjøl frá ringinum í Havn vísa, at í 1959 vóru 38 sjómanskvinnuringar í Føroyum, sum góvu 300 jólapakkar til sjófólkið. Í brævi frá mai 1964, sum er undirskrivað P. J. (óivað Petur Johannesen), stendur, at tá vóru 60 sjómanskvinnuringar í Føroyum. Hann nevnir eisini, at í 1954 komu 50 jólapakkar til sjófólkið, og í 1963 komu 1750 pakkar, sum vórðu latnir umborð á 75 skip.
Eisini nevnir hann, at í 1957 var fyrsta landsstevnan við 37 kvinnum av bygd (umframt tær í Havn), og í 1963 vóru 98 av bygd, og tilsamans vóru umleið 200 kvinnur. Frá 1972  var Landsstevnan annahvørt ár í Havn og í Runavík.
Síðani Landsstevnan í 1998 flutti til Leguhúsið í Nesvík, hevur luttakaratalið ligið millum 170 – 230. Til 100 ára haldið í 2018 vóru fleiri enn 300 luttakarar.

Sjómanskvinnuringarnir hava enn stóran týdning
Teir 34 sjómanskvinnuringarnir, sum eru virknir í 2023, gera stórt og týðandi arbeiði. Teir lata umleið 2/3 av fíggjarætlanini á góðar 500 túsund krónur. Tey síðstu mongu árini hava teir árliga gjørt umleið 1200 jólapakkar til sjófólkið, sum eru latnir umborð á umleið 100 skip. Sjómanskvinnuringarnir hava fingið nøkur ávís skip og manningar teirra at biðja fyri. Sostatt verður biðið fyri øllum tí føroyska flotanum. Tær biðja eisini fyri arbeiðinum hjá Sjómansmissisónini og fyri sjómanstrúboðaranum.
Harafturat eru kvinnur úr flestu ringunum virknar í staðbundna kirkju- og missiónsarbeiðinum og í felagsarbeiðinum.

Á Torradøgum, mikudagin 22. februar kl. 20 fer Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, í orðum og myndum, at greiða meiri frá “Søguni um sjómanskvinnuringarnar”

Í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð