Søgan um Transnistria er søgan um eitt land, sum ikki er viðurkent sum land, men sum fatar seg sjálvt sum eitt. Um eitt land, hvørs mørk ofta eru flutt aftur og fram; eitt land, sum hevur útrópt seg at vera fullveldi, men sum hevur verið partur av mongum øðrum londum, samveldum og imperium’um gjøgnum tíðirnar. Í dag liggur tað við markið til krígsherjaða Ukraina, men óvissan í økinum hevur valdað munandi longur enn so. “Høvuðsstaðurin” er Tiraspol, og hagar er líkt til, at Klaksvíkar Ítróttarfelag skal í næstum.
Navnið Transnistria kemur av trans-Dniestria, “handan Dniester-ánna”, og áin Dniester er onkrastaðni, men ikki allan vegin, mark millum Moldova og Ukraina, og Trans(d)ni(e)stria er sostatt eitt slag av eystara áarbakka, um ein kann kalla tað so. Tá ið tað kemur til søgu, skal ein vera varin við at brúka landanavnið, tí tað hevur merkt ymiskt til ymiskar tíðir. Til dømis var fascistiska Transnistria árini 1941-1944 eitt landaøki, ið var væl størri enn núverandi Moldova.
Søguliga hevur hesin eystari áarbakkin ikki hoyrt til Moldova politiskt, men hevur kortini verið privat ogn hjá ymiskum moldaviskum aristokratum, ið høvdu fingið landaøki eystaru megin Dniester tillutað frá valdshavarunum í Moldova. Skeyti, ið stava frá 16. øld, eru framvegis til skjals, og í 16. øld verða bygdir handan Dniester-ánna eisini róptar moldaviskar bygdir.
Tá ið vit koma fram í 18. øld, er Transnistria partur av risastóra ottomanska stórveldinum, ið tó letur tað frá sær til russiska keisaraveldið í 1792; norðari parturin ikki tikin við fyrrenn í 1793. Sambært keldum eru ikki nógvir íbúgvar har tá, og Russland roynir at fáa rumenar, ið fyri ein stóran part búðu í Moldova, men eisini aðrastaðni í núverandi Rumenia, at búseta seg har. Landaøki verða givin bæði bóndum og aristokratum, sum á tann hátt koma yvir um Dniester-ánna at búseta seg. Hendan gongdin heldur fram, til russiska keisaraveldið tekur táverandi Bessarabia, sum í stóran mun samsvarar við núverandi Moldova, upp í keisaraveldið. Dniester-áin er tá ikki longur landamark, og Transnistria liggur harvið ei longur á markinum millum lond.
Undir fyrra heimsbardaga gera umboð fyri teir rumenskt-talandi íbúgvarnir í Transnistria eina roynd at verða innlimað í Rumenia, men av tí at tað hevði kravt eitt stórt hernaðarligt átak, tekur Rumenia ikki av. Moldova og Transnistria verða tá skild sundur, har Moldova fer undir Rumenia, meðan Transnistria verður verandi í tí, sum fer frá at vera russiska keisaraveldið og sum gerst Sovjettsamveldið. Moldova verður tó ikki verandi rumenskt leingi, men verður tikið upp í Sovjettsamveldið í 1940. Tá Sovjettsamveldið byrjar at fara í upploysn seinast í 1980’unum og fyrst í 1990’unum, verður nógv talað um at sameina Moldova og Rumenia aftur, men tá er nærum ongin stuðul í Transnistria eftir fyri sameining við Rumenia.
Um vit kaga í fólkateljingarnar frá 1926 og 2015 og samanbera tær, sæst, at í 1926 eru rumenar størsti fólkabólkurin í Transnistria (44,1%), ukrainar næststørsti (27,2%) og russarar á triðja plássi við einans 13,7% av íbúgvunum. Í 2015, knappa øld seinni, er hetta radikalt broytt: Russarar eru nú á fyrsta plássi (33,8%), rumenar á øðrum (33,2%) og ukrainar á triðja (26,7%) plássi. Fyrivarni skal her takast fyri, at aðrar fólkateljingar hava onnur tøl, og fyri, at ikki allar telja sama landafrøðiliga øki – nakað sum veruliga eyðkennir søguna hjá Transnistria.
Í 1990 tekur Transnistria “loysing” frá moldaviska lýðveldinum, sum tá framvegis er undir Sovjettsamveldinum, og í 1991 loysir Transnistria so eisini frá Sovjettsamveldinum. Báðar loysingarnar møta stórari mótstøðu, og í 1992 kann tosast um beinleiðis kríggj í økinum. Vápnahvíld hevur verið síðani 1992, men tað elvir til støðuga ónøgd í økinum, at tað ikki er viðurkent sum land. Einans Suður-Ossetia, Abkasia og Artsak, ið eru í líknandi støðum sum Transnistria, hava viðurkent tað.
Í dag er Transnistria í høvuðsheitum russiskt-vinarligt, og tað er ikki nógv meira enn 100 kilometrar haðani til stórbýin Odessa í Ukraina, ið støðugt er fyri russiskum álopum. Russiska innrásin í Ukraina í 2022 gjørdi, at liðið, sum KÍ skal møta í næstum, Sheriff Tiraspol, ikki slapp at spæla sínar heimadystir í býnum Tiraspol, haðani liðið kemur, og sum virkar sum óviðurkendur, men “de facto” høvuðsstaður í Transnistria. Tað kappingarárið mátti Sheriff Tiraspol spæla sínar heimadystir í Kisinau ella Chisinau, sum tað eisini stavast, og sum er høvuðsstaður í Moldova.
Hetta bannið er tó avtikið, og tað merkir, at KÍ skal rokna við at skula til Tiraspol í Transnistria sjálvum at spæla útidystin – og røddir um, at øll ikki eru álvulig við at skula spæla í russiskt-vinarligum øki so tætt við krígsherjaðu partarnar av Ukraina, eru longu at hoyra.


