Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgan um Waylon Jennings 4 (6)

Norðlýsið

Í fjórða parti av minnissending um Waylon Jennings verður greitt frá hansara lívi frá 1979 til 1984. Vit hoyra um, tá ið Waylon og Jessi fáa ein son og um umstøður, tá ið hann fær sítt kelinavn “Skotmaður”.

Vit hoyra um, at Waylon kemur í fíggjarliga trongstøðu við sínum virki og má søkja sær hjálp fyri at rudda upp og byrja aftur av nýggjum. Vit hoyra um, tá ið Waylon gevur Jessi tann søguliga “Kúgvamussin” á pálli á einari konsert í London. Waylon byrjar at fáa trupuleika við hjartanum og tekur avgerð um at fara í sjálvbodna avrúsing í einum einbýli yviri í Arizona.

Oddbjørn Vágslíð hevur lagt til rættis, og sendingin verður frumsend í KvF mikudagin 27. september kl. 16:05

Harleyfacadeacryl